Byggifyritøka · Kollafjørður

Handverk sum stendur í ættir.

HJ Bygging er byggifyritøka, ið átekur sær alt timbur og snikkara arbeiðið - stórt sum smátt.

DYGD

Vit leggja dent á dygd í øllum arbeiði og lata ongantíð úr hondum nakað, vit ikki sjálvi kunnu standa inni fyri.

HANDVERK

Hvør verkætlan verður loyst við fakligum stoltleika og denti á góðsku.

ÁLIT

Vit halda okkara avtalur og leggja dent á gott samskifti, álit og ábyrgd gjøgnum alla verkætlanina.

KUNDASAMBAND

Vit arbeiða tætt saman við kundanum frá fyrstu samrøðu til arbeiðið er liðugt.

Sniðgerdur TV-vegg av HJ Bygging

Um HJ Bygging

Ein familjufyritøka bygd á royndir og fakligan stoltleika.

HJ Bygging er ein føroysk familjufyritøka, sum varð stovnað fyri einum ári síðani av pápa og soni við einum felags máli – at veita timburarbeiði av hægstu góðsku og skapa varandi loysnir til kundarnar.

Hóast fyritøkan er nýggj, hava starvsfólkini samanlagt yvir 50 ára royndir innan timburvinnuna. Hesar drúgvu royndir geva eitt sterkt fakligt grundarlag og tryggja, at hvør verkætlan verður framd við stórum nærlagni, góðum handverki og virðing fyri kundans ynskjum.

Hjá HJ Bygging leggja vit stóran dent á álítandi samskifti, dygd og at halda okkara avtalur. Okkara mál er altíð at lata eitt úrslit úr hondum, sum vit sjálvi kunnu vera errin av – og sum kundin verður glaður fyri í nógv ár fram.

Staðsett
Kollafjørður
Tænastuøki
Tórshavn & Kollafjørður

Tænastur

Alt timbur- og snikkaraarbeiði – stórt sum smátt.

Vit loysa bæði smáar og stórar uppgávur. Set teg í samband við okkum, so finna vit røttu loysnina saman.

  • Nýbygging

    Vit veita heildarloysnir til nýbygging við denti á góða arbeiðsgongd og haldgóð úrslit.

  • Umbygging

    Umbygging og umvæling av húsum og bústøðum, lagað eftir tí verandi byggingini.

  • Køkur & innrætting

    Vit montera køkar, klædnaskáp og aðrar innbygdar loysnir, tillagaðar tínum tørvi.

  • Vindeygu & hurðar

    Uppseting av vindeygum og skjótihurðum – tætt, orkudygt og støðugt.

  • Loft & veggir

    Akústikkloft, panelveggir og smálutaarbeiði, sum gevur eitt gjøgnumført úrslit.

  • Uttanduraloysnir

    Terrassur, altanir og uttandurloysnir, lagaðar til føroysku veðurlagsviðurskiftini.

Hví HJ Bygging

Gott handverk. Greitt samskifti.

  • Vit fara jaliga til verka

    Vit møta tær altíð við einum smíli og góðari tænastu.

  • Røkka um alt landið

    Vit koma, hvar enn uppgávan er.

  • Trygg leiðsla

    Ein persónligur ábyrgdarhavari fylgir tær í gjøgnum alla verkætlanina.

  • Álítandi avtalur frá byrjan til enda.

    Fastir prísir, greitt samskifti og verkætlanir, sum verða liðnar til tíðina.

Starvsfólk

Fólkini aftanfyri HJ Bygging

  • Mynd á veg

    Suni Fríði Joensen

    Stjóri / Eigari

  • Mynd á veg

    Navn

    Stjóri / Eigari

  • Mynd á veg

    Navn

    Timbursveinur

  • Mynd á veg

    Navn

    Skrivstovufólk

Verkætlanir

Útvald dømi frá okkara arbeiði

Trýst á eina mynd fyri at síggja hana í fullari stødd.

Arbeiðsgongd

Frá fyrstu hugsan til liðuga verkætlan.

  1. 01

    Fyrsta samrøða

    Vit vitja, meta um uppgávuna og finna saman bestu loysnina.

  2. 02

    Tilboð & tíðarætlan

    Tú fært eitt greitt, skrivligt tilboð við tíðarætlan og materialvali.

  3. 03

    Bygging

    Vit arbeiða skipað, halda arbeiðsplássið ruddiligt og tryggja gott samskifti gjøgnum alla verkætlanina.

  4. 04

    Yvirtøka

    Vit ganga verkætlanina ígjøgnum saman við tær og tryggja, at tú ert nøgd/ur við endaliga úrslitið.

SAMBAND

Skal byggjast?
Set teg í samband við okkum.

Send okkum ein fyrispurning og greið frá tí, tú hevur í huga. Vit venda aftur við einum óbindandi tilboði.

Við at senda samtykkir tú, at vit brúka upplýsingarnar til at svara. Sí privatlívs-politikkin.